Uttanlands

Brasilia flytur sendistovuna til Jerusalem

Hetta váttar Jair Bolsanaro forseti

Jair Bolsonaro, forseti í Brasilia (Mynd: EPA)

Jair Bolsonaro, forseti í Brasilia (Mynd: EPA)

2019-01-04 19:56 Author image
Ari av Rana

Forsetin í Brasilia váttar fyri útlendsku tíðindastovuni AFP, at sendistovan hjá Brasilia í Ísrael verður flutt til Jerusalem.

Bolsonaro sigur, at avgerðin er tikin, og at tað bert er ein spurningur um tíð áðrenn ætlanin verður førd út í verk.

Bolsonaro segði longu áðrenn hann gjørdist forseti í Brasilia, at hann ætlaði at ganga í fórtasporunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, og flyta sendistovuna til Jerusalem.

Forsetin sigur eisini, at landið, sum er allarmest ímóti at Brasilia flytur sendistovuna ikki er eitt av arabisku londunum, men Iran.

Stríð er um ætlanirnar hjá fleiri londum at flyta sínar sendistovur úr Tel Aviv til Jerusalem, tí at Ísrael sigur, at alt Jerusalem er høvuðsstaður landsins, meðan palestinar siga at Eysturjerusalem er høvuðsstaður teirra framtíðar stati.

placeholder
placeholder