Uttanlands

Brasil: Deyðstalið fjórfaldað eftir tveimum mánaðum

Brasil hevur nú skrásett 2,1 mió. smittutilburðir og fleiri enn 80.000 andlát

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, hevur sjálvur fingið staðfest korona, og er hann sostatt í sóttarhaldi í løtuni (Mynd: EPA)

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, hevur sjálvur fingið staðfest korona, og er hann sostatt í sóttarhaldi í løtuni (Mynd: EPA)

2020-07-21 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasil hevur nú skrásett fleiri enn 80.000 andlát í sambandi við koronasmittuni.

Tað er júst tveir mánaðir síðani, at Brasil boðaði frá, at talið á andlátum var farið uppum 20.000. Sostatt er talið fjórfaldað hesar seinastu tveir mánaðirnar, skrivar Ritzau.

Brasil er millum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av smittuni. Tað er bert USA sum hevur skrásett fleiri tilburðir og andlát enn Brasil.

Brasil hevur skrásett 2,1 mió. smittutilburðir. Í USA, har talið nærkast fýra mió., eru næstan 144.000 andlát skrásett sambært Worldometers.info.

Seinastu tíðina hevur Brasil skrásett fleiri enn 1.000 andlát um dagin, men í gjár var talið niðri á 632.

Sambært serfrøðingum, er veruliga talið á smittaðum helst nógv hægri, av tí at so fá verða kannað fyri smittu.

Forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, sum sjálvur er smittaður við korona og er í sóttarhaldi, hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri ikki at taka koronakreppuna í nóg stóran álvara.

Hann er sjálvur komin við atfinningum móti guvernørunum í landinum orsakað av teimum tiltøkunum, sum teir hava sett í verk fyri at minka um smittuspjaðingina. Hesi tiltøkini drepa búskapin, heldur hann.

Les eisini: Bolsonaro: Fólk doyggja uttan arbeiði og løn

Samlaða talið á skrásettum tilburðum í øllum heiminum nærkast 15 mió. Samlaða talið á andlátum er beint omanfyri 614.000.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder