Bráðfeingis játtanarlóg verður viðgjørd í dag

Fyri løtu síðan varð uppskot til bráðfeingis játtanarlóg lagt fram í løgtinginum. Samstundis varð samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum

Uppskot til bráðfeingis játtanarlóg er lagt fyri tingið. Tað verður helst liðugt viðgjørt í tinginum í dag

Uppskot til bráðfeingis játtanarlóg er lagt fyri tingið. Tað verður helst liðugt viðgjørt í tinginum í dag

2022-11-15 10:30 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Løgtingið varð kallað saman í dag, og, sum væntað, var uppskot til løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg lagt fram í løgtinginum fyri løtu síðan. Einki annað uppskot varð lagt fram.

Samstundis varð skotið upp og samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum í tingskipanini. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, segði í formanssessinum, at tað snúði seg um at fáa málið avgreitt í dag.

Fyrsta viðgerð varð hildin lítla løtu seinri. Eingin tók orðið, og málið varð beint í fíggjarnevndina.

Væntandi verður gjørt skjótt av á øllum viðgerðarstigum, soleiðis at bráðfeingis játtanarlógin verður liðugt viðgjørd á løgtingi í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder