2020-02-26 07:32
            
        
         
                
            Løgreglan gjørdi í gjár fleiri kanningar í ferðsluni og nakrar bøtur vórðu skrivaðar út.
Um middagsleitið var ferðsluløgreglan í Eysturoynni fyri at gera kanningar í Gøtu, á Skipanesi, Runavík og Skála.
Seks mál vórðu skrivað, sum øll geva bøtur. Í fimm førum var talan um, at bilførari tosaði í telefon og í einum føri hevði koyrdi førarin uttan at vera spentur í trygdarbelti.
Seinni var líknandi kanning gjørd í Vágum, men har varð ikki komið fram á nakað brot á ferðslulógina.
Í Havn var eisini ein bilførari tikin fyri at tosa í telefon undir koyring, og eisini hann fær bót, verður upplýst av politistøðini.
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald