Innanlands

Børn í Varðanum á Skála savnað 10.000 krónur til Team Rynkeby

Tey framførdu sjónleikin Emil úr Lønnibergi og nýttu høvi at savna inn pening til vælgerandi endamál

Frítíðarskúlin Varðin fegnast um góða úrslitið og arbeiði hjá børnunum, og takkar samstundis øllum, sum hava stuðla tiltakinum og góða endamálinum (Mynd: runavik.fo)

Frítíðarskúlin Varðin fegnast um góða úrslitið og arbeiði hjá børnunum, og takkar samstundis øllum, sum hava stuðla tiltakinum og góða endamálinum (Mynd: runavik.fo)

2026-06-18 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta mánaðin hava børnini í Frítíðarskúlanum Varðanum á Skála miðvíst vant kenda sjónleikin Emil í Lønnibergi.

Runavíkar kommuna skrivar, at verkætlanin hevur verið liður í námsfrøðiliga arbeiðinum, har dentur hevur verið á samspæl, skapandi evni og dirvi. Seinastu tríggjar dagarnar hava børnini framført leikin fyri foreldrum og avvarandi.

Men tað snúði seg eisini um annað enn at læra og framføra.

Framførslurnar vóru eisini skipaðar við tí endamáli at savna pening til Team Rynkeby, so at allur peningurin, sum kom inn, fór til eitt gott endamál. Í hesum sambandi seldu børnini eisini mat og drekka.

Sambært runavik.fo var úrslitið eisini sera gott. Børnini savnaðu heilar 10.000 krónur, sum vórðu handaðar Team Rynkeby í gjár, mikudagin 17. juni.

- Frítíðarskúlin Varðin fegnast um góða úrslitið og arbeiði hjá børnunum, og takkar samstundis øllum, sum hava stuðla tiltakinum og góða endamálinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder