Innanlands

Bóndin vildi hava munandi meira enn eina millión

- Hetta er ikki nakað vit lokka við ella betala fyri at hann skal tiga. Hetta er nakað sum festarin krevur, sigur Jóhannes Jensen, stjóri og eigari av Koks

Johannes Jensen (Savnsmynd)

Johannes Jensen (Savnsmynd)

2020-02-15 08:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Upphæddin sum bóndin krevur fyri at vit skulu vera har, kunnu vit ikki rinda. Og vit duga heldur ikki at síggja tað, at missurin av rakstrinum av festinum verður so munandi ávirkaður, at upphæddin samsvarar missin, segði Johannes Jensen, stjóri og eigari av Koks, við útvarpið í gjár.

Málið snýr seg um, at Koks ætlar at byggja matstovu í Fossdalsgjógv sum er millum Syðradal og Velbastað. Festarin í Fossdali hevur sett seg upp ímóti ætlanini, og sigur millum annað, at talan er um reina neyðtøku av lendinum.

Les eisini: Festari um nýggja Koks-matstovu: Rein neyðtøka av lendinum

Partarnir hava samráðst um ein sonevndan ampasáttmála, men eru ikki blivnir samdir um eina upphædd.

- Vit blivu ikki samdir um nakra upphædd, og festarin kravdi munandi meira enn tað, sum er upplýst higartil. Og tað hava vit sagt nei til, og tað er har málið er steðgað við honum, sigur Johannes Jensen.

Johannes Jensen sigur, at tey fyrst vildu práta við bóndan um verkætlanina og síðani fara formella vegin við tey sum varða av lendinum og festinum.

Hann vísir aftur at talan skal vera um at Koks hevur bjóðað bóndanum pening fyri ikki at seta seg ímóti verkætlanini.

- Hetta er ikki nakað vit lokka við, hetta er ikki nakað sum vit betala fyri at hann skal tiga. Hetta er nakað sum hann hevur kravt, og sum hevur verið siðvenja í nógv ár innanfyri slík mál, at bóndur hava fingið eina ávísa samsýning fyri møguliga mista inntøku av sínum seyðahaldi, sigur Johannes Jensen við útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder