Innanlands

Boðaðu frá stuldri úr matvøruhandli í Havn

Í gjár varð boðað frá stuldri úr Bónus-handlinum í Marknagili í Havn

Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at onkur hevði stolið vørur úr Bónus-handlinum í Marknagili í Havn (Savnsmynd)

Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at onkur hevði stolið vørur úr Bónus-handlinum í Marknagili í Havn (Savnsmynd)

2024-11-09 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð boðað frá stuldri í Bónus í Marknagili í Havn.

Fráboðanin kom klokkan 14, men hetta var hent beint áðrenn klokkan 12, og sum skilst vóru tað matvørur, sum vórðu stolnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan hevur myndir av hendingini, og málið verður kannað víðari.

Í gjár varð eisini boðað frá herverki á Glyvrum, har onkur hevði brotið hurðina á einum sethúsum, sum stóðu tóm.

Fyribils sær ikki út til, at nakað varð stolið har, men málið verður kannað víðari í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder