placeholder
Uttanlands

Bløðandi soppur í Danmark vakt ans kring heimin

Serfrøðingar vita ikki, hví soppurin líkist einum bløðandi heila

Mynd: Mette Knøsgaard

Mynd: Mette Knøsgaard

2018-09-22 18:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein soppur funnin í danska býnum Præstø hevur vakt ans kring allan heimin.

Soppurin er avskapaður og líkist einum bløðandi heila.

Stóri soppurin varð funnin á einum eikitræi, og tað er formurin, ið hevur vakt serligan ans, m.a. í Bretlandi.

Ein lokal kvinna kom fram á soppin, meðan hon gekk túr við hundinum, og hon var skjót at deila mynd av soppinum í einum Facebook-bólki um soppar.

Soppurin er av slagnum oksatungu, ið veksur á gomlum eikitrøum. Sum oftast líkist hesin soppurin einari neytatungu, men hesin soppurin veksur ikki, sum hann eigur at gera.

Soleiðis eigur soppurin at síggja út (Mynd: TV2)

Christian Lange, serfrøðingur sigur við TV2, at tann reyða vætan, ið líkist blóði er tekin um, at soppurin veksur og er væl fyri, hóast hann ikki sær út, sum hann eigur.

Sambært Christian Lange, kann orsøkin vera, at ein annar soppur legði á oksatunguna, ella at hon hevur fingið onkran skaða, men tað er ringt at siga, akkurát hvat orsøkin er.

Har finnast fleiri ymisk sløg av soppi, ið leggja á aðrar soppar í vøkstri.

Oksatunga er annars eitt vanligt slag av soppi, har ið gomul eikitrø eru, og til ber at eta oksatungur, hóast tær ikki eru kendir fyri at smakka serliga væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder