Mentan

Bjóða til bronsudyst klokkan 16

Voxbotnfyriskipararnir bjóða øllum ókeypis at hyggja eftir dysti við Tjarnir seinnapartin

2025-06-29 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar spæla bronsudyst móti Svøríki í dag klokkan 16. U21 menninir hava klárað seg søguliga væl og áhugin hevur verið ovurhonds stórur.

Kommunur kring landið hava skipað fyri stórskíggjatiltøkum, og nú verður bjóðað til veruliga hondbóltsveitslu við Tjarnir.

Í sambandi við Voxbotn, sum orsakað av veðri var í høllini við Tjarnir leygarkvøldið, eru stórskíggjar settir upp, og somu stórskíggjar fara í dag at vísa bronsudystin hjá Føroyum.

Fyriskipararnir av Voxbotn bjóða øllum at hyggja, og tað verður ókeypis atgongd. Møguleiki verður at keypa sær okkurt lætt at eta og drekka. Dyrnar lata upp ein tíma undan dystarbyrjan.

Voxbotn vónar at nogv fólk koma at hyggja.

Bronsudysturin millum Føroyar og Svøríki byrjar sunnudagin klokkan 16.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder