Innanlands

Bjargaðu ungum dreingi í evstu løtu

Endaði á sjónum í havnini í Skopun

Skopunar Havn (Mynd: Google Maps)

Skopunar Havn (Mynd: Google Maps)

2020-09-07 23:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

MRCC fekk klokkan hálvgun átta sunnumorgunin boð frá løgregluni um ein drong, sum var endaður á sjónum í Havnini í Skopun, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Bæði bjargingartyrlan og Lív fingu boð um at fara avstað sum skjótast, men tað gjørdist ikki neyðugt við hesum. Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, sum Teistin sigldi um Skopunarfjørð.

Sambært løgregluni hevur drongurin tað gott eftir umstøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder