- Vit eru eitt lítið fólk, men eru ikki ósjónlig. Framtíð okkara er ikki nakað, ið skal avgerast yvir høvdunum á okkum. Vit hava eitt mál, mentan forfedrar, børn og eina framtíð, ið er knýtt at hesum staðnum. Vit eru menniskju, ikki ogn. Grønland er ikki lendi, ið kann keypast. Tað er heim okkara, og tað er ikki til sølu.
Orðini koma frá Grønlands bispi, Paneeraq Siegstad Munk. Vanliga blandar hon seg ikki upp í politikk, men í eini samrøðu við heimasíðuna hjá alheims kirkjuráðnum, World Council of Churches, hevur hon eina inniliga áheitan á serliga amerikanarar um at vísa virðing fyri grønlendingum.
Bispurin heitur á amerikanarar, ið trúgva upp á frælsi, virðing og rættin hjá fólki at velja sína egnu leið, um at venda sær til síni umboð á Capitol Hill og biðja tey stuðla grønlendingum í teirra rætti at avgera sína egnu framtíð.
Les greinina her (á enskum)
Paneeraq Siegstad Munk hevur verið Grønlands biskupur síðan 1. desember 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald