Uttanlands

Bingjuskip mundi rent inn í stovuna

Óvanlig stranding í Trondheimsfjørðinum í morgun

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2025-05-22 09:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun mundi norska bingjuskipið NCL Salten siglt inn í eini hús, tá tað rendi á land úti í Trondheimsfjørðinum í Noregi.

135 metra langa skipið rakti land, meðan eigarin av húsinum, Johan Helberg, lá og svav í húsinum, sum liggur heilt niðri í fjøruni við Byneset vestan fyri Tróndheim.

- Hevðiu skipið rakt fimm metrar longur í stýriborð, hevði tað rent inn í húsini hjá mær, og so hevði sæð øðrvísi út, sigur Johan Helberg við NRK.

Hann vaknaði ikki fyrr enn grannin ‘ringdi ógvusliga við hurðaklokkuni’.

- Tað vær rættiliga absurdt. Tá eg hugdi út gjøgnum vindeygað sá  eg inn í eitt risastórt stevni, sigur Johan Helberg.

Tíbetur eru ongar fráboðanir um hvørki mansskaða ella oljuleka í sambandi við óhappið.

Sí fleiri myndir á NRK

[object Object](Mynd: NRK)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder