Mentan

Bindifestivalur á Hellunum í dag og í morgin

Bønhúsið er miðdepil - fyrilestrar og verkstovur eru í húsum runt um í bygdini

(Mynd: bindifestival.com)

(Mynd: bindifestival.com)

2022-04-28 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bindifestivalurin, sum seinastu árini – tá hann ikki hevur verið órógvaður av korona – plagar at vera í Fuglafirði, verður í dag og í morgin hildin á Hellunum.

Tað er bert eitt hálvt ár síðani, at Bindifestivalurin varð hildin í Fuglafirði. Fyri at fáa festivalin aftur í vanligu leguna, varð avgjørt at halda hann aftur nú, men hesaferð á Hellunum og harvið eisini í einum avmarkaðum formati.

Bønhúsið í lítlu bygdini er miðdepul fyri festivalin, har kunning, felagssangur, kafé og matstova er. Verkstovur og fyrilestrar verða hildnir í húsum runt um í bygdini og eisini eru gongutúrar á skránni.

Meira sæst á heimasíðuni bindifestival.com   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder