Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi á Nesi í Vági.
Talan var um ein bil, sum var farin út av vegnum og var endaður á takinum. Førarin var einsamallur í bilinum.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu boðsend, og við vegleiðing frá bjargingarfólki, slapp bilførarin skjótt úr bilinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Førarin var væl fyri og hevði ikki fingið nakran stóran skaða, men hann varð tó koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar.
Orsøkin til óhappið var, at bilførarin hevði mist tamarhaldið á bilinum, og var førarin ikki ávirkaður, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald