Innanlands

Bilur stolin í Havn í natt

Um onkur hevur sæð ein svartan Volvo við nummarplátuni UE 886 vil løgreglan fegin hoyra frá teimum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-27 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan sóknast í løtuni eftir einum bili, sum varð stolin í miðbýnum í Havn um klokkan hálvgun fýra í nátt.

Talan er um ein svartan Volvo V40 við nummarplátuni UE 886.

Hvussu tað hevur eydnast tjóvinum at sleppa av stað við bilinum veit løgreglan ikki at siga í løtuni.

Um onkur hevur sæð bilin ella heldur seg vita nakað um málið, vil løgreglan fegin frætta frá teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder