Innanlands

Bilur koyrt útav Millum Fjarða

Eingin álvarsligur fólkaskaði var, men bilurin fekk so mikið av skaða, at hann var ikki førur fyri at koyra víðari

Savnsmynd (Jens Kr. Vang

Savnsmynd (Jens Kr. Vang

2020-02-22 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan 21 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini var talan um ein bil, sum fór á glið í hálkuni og rendi á autoverjuna.

Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, og tær báðar kvinnurnar, sum vóru í bilinum vórðu kannaðar í sjúkrabilinum, og staðfest varð, at tær høvdu ikki fingið stórvegis skaða.

Bilurin hevði tó fingið nakað av skaða og var ikki førur fyri at koyra víðari, so løgreglan koyrdi kvinnurnar heim.

placeholder
placeholder