Uttanlands

Bilur koyrdi inn í mannamúgvu í Keypmannahavn

Eldri maður misti harradømið á bilinum – 11 fólk fingu skaða, tvey teirra álvarsliga

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-30 18:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilur koyrdi seinnapartin á fleiri fólk nærhendis ein bakara á Sortedam Dossering nærhendis Dronning Louises brúnni í Keypmannahavn.

11 fólk komu til skaða – herundir eisini bilførarin – og støðan hjá tveimum teirra er álvarslig, sigur løgreglan í Keypmannahavn við DR.

Løgreglan boðaði á X frá stutt eftir hendingina, at tað var ein eldri bilførari, sum misti harradømi á bili sínum.

Sambært eygnavitnum, sum TV2 hevur tosað við, koyrdi maðurin inn í ein bólk av fólkum, sum sótu við langborðum í sólskininum nærhendis bakaran, Lagkagehuset, sum liggur út til ‘sjógvarnar’ í Keypmannahavn.

Ein kvinna greiddi fra, at hon sá ein reyðan bil koma koyrandi, sum knappliga snaraði á og koyrdi inn í borðini framman fyri bakarahandlinum.

Dronning Louises Bro og sjógvarnir í Keypmannahavn er eitt øki við nógvari ferðslu – bæði súkklur og bilar – serliga seinnapartarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder