2026-04-14 08:17
Løgreglan støðgaði seinnapartin í gjár einum bili í Vágum, tí illgruna var um, at bilførarin koyrdi ávirkaður av rúsevnum.
Bilførarin varð handtikin og skuldsettur, og blóðroynd varð tikin av viðkomandi. Úrslitið av blóðroyndini er ikki komið enn, upplýst vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.
Illgruni um smugling
Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð frá tollvaldinum um, at illgruni var um at eitt ferðafólk, sum var komið við flogfarinum, royndi at smugla rúsevni innvortis.
Viðkomandi varð fluttur til Havnar, har ein skanning varð gjørd. Men skannarin fann einki illgrunasamt, og tí persónurin varð tí leyslatin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald