Eitt slag av "Gestus Biksemad", sum er selt í føroyskum handlum verður nú afturkallað.
Orsøkin er, at vøran inniheldur kjøt frá Esro Vlees B.V í Niðurlondum, sum ikki er egnað til matna, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Fyritøkan kann hava veitt hakkikjøt, sum ikki er egnað til matna, og hevur niðurlendski matvørutrygdarmyndugleikin tikið góðkenningina hjá fyritøkuni aftur og kravt, at vørur, har teirra hakkikjøt er nýtt, verða afturkallaðar, skrivar danski Styrelsen for Fødevarer, Landbrug og Fiskeri.
Talan er um pakkar við 500 gr. av biksimati við strikikotuni 5701410375140, sum er best fyri allar dagfestingar til og við mai 2027.
Biksimaturin eigur at verða latin aftur, haðani hann er keyptur ella beindur burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald