Uttanlands

Biden vil hitta Putin – Finnland bjóðar seg fram sum vert

USA hevur í vikuni sett fleiri revsitiltøk í verk, sum raka russiskar privatpersónar og fyritøkur, og Russland hevur nú svarað aftur við at geva fleiri embætisfólkum hjá Biden innferðarforboð

Joe Biden ynskir at hitta Vladimir Putin, sum ikki er avvísandi (Mynd: AFP)

Joe Biden ynskir at hitta Vladimir Putin, sum ikki er avvísandi (Mynd: AFP)

2021-04-17 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur skotið upp, at hann og russiski forsetin, Vladimir Putin hittast at umrøða støðuna millum Russland og Ukraina, og sambært talsfólki hjá finska forsetanum, Sauli Niinisto, eru teir báðir forsetanir vælkomnir at hava fundin á finskari jørð.

Í 2018 var Finnland eisini vertur fyri ein fund millum Vladimir Putin og táverandi forsetan í USA, Donald Trump.

Á einum møguligum fundi millum Biden og Putin verður eisini høvi at umrøða tey revsutiltøk, sum USA sett í verk í vikuni. Talan er um tiltøk, sum raka bæði russiskar privatpersónar og fyritøkur, skrivar Ritzau.

Áðrenn revsitiltøkini vórðu sett í verk, vórðu tíggju russisk sendifólk eisini víst úr USA. Grundgevingin hjá amerikanarunum var, at russarar høvdu lagt seg uppí valið í USA, umframt at teir høvdu framt eitt teldusníkaálop.

Sambært talsfólki hjá Putin, sigur russiski forsetin seg ikki kunna góðtaka revsitiltøkini, samstundis heldur hann tað tó vera gott, at Biden roynir at koma í dialog við Putin, sum ikki er avvísandi.

Sum aftursvar til revsitiltøkini hjá USA, hava fleiri amerikonsk embætisfólk nú fingið innferðarforboð í Russlandi.

Talan er m.a. um amerikanska løgmálaráðharran, Merrick Garland, stjóran fyri amerikonsku samveldisløgregluna, FBI, Christopher Wray, og Susan Rice, ein av ovastu ráðgevunum hjá Joe Biden.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder