placeholder
Uttanlands

Biden endurnýggjar innferðarforboð fyri ferðandi úr Evropa

Trump ætlaði, at forboðið skuldi fara úr gildi týsdagin, men so verður ikki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-25 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur endurnýggjað innferðarforboðið fyri ferðandi, sum ikki hava amerikanskan ríkisborgaraskap.

Hetta forboðið hevur m.a. verið galdandi fyri fólk úr stórum parti av Evropa, harímillum Danmark, umframt Brasil.

Sambært Ritzau væntast eisini, at forboðið í dag verður víðkað til eisini at umfata ferðandi, sum nýligani hava verið í Suðurafrika, har eitt nýtt og meira smittandi frábrigdi er byrjað at gera um seg.

Á fyrsta degi sum forseti, setti Joe Biden í farnu viku fleiri strangari tiltøk í verk, sum hava til endamáls at minka um smittuspjaðingina.

Millum annað er krav um munnbind á statsligum økjum, og sóttarhald til fólk, sum koma til USA.

Í sínum seinastu døgum sum forseti, boðaði Donald Trump annars frá, at hann fór at strika innferðarforboðið, men stutt eftir boðaði umsitingin hjá Biden frá, at hon fór at endurnýggja forboðið, sum Trump ætlaði skuldi fara úr gildi 26. januar.

Sambært Johns Hopkins University eru næstan 420.000 amerikanarar deyðir við covid-19. Biden roknar við, at hetta talið fer uppum hálva mió. í næsta mánað, og tí er neyðugt við ógvusligum tillagingum, sigur hann.

Fleiri enn 25 mió. smittutilburðir eru skrásettir í USA. Einki annað land í heiminum hevur skrásett fleiri tilburðir og andlát enn USA.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder