Tey eru úr Danmark, Estlandi, Finnlandi, Íslandi, Lettlandi, Litava, Noregi, Svøríki, og eitt umboð er frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies).
George Sochos, sum hevur leiðsluleiklut hjá UBS at samskipa samstarv í norðurlendska og baltiska økinum, hevur játtað at koma longu mánadagin, 15. juni, at kunna seg um arbeiði og umstøðurnar hjá føroyska Bíbliufelagnum. Í hesum sambandi vitjar hann ymsa staðni og hittir Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum mánadagin.
Týsdagin skipar Starvsnevndin fyri evnisdegi um Talgildar bíbliuloysnir, har George leggur fram um arbeiðið í UBS, og KT-toymið hjá Føroyska Bíbliufelagnum kunnar um teirra arbeiði.
Mikukvøldið eru allir stýrislimir bodnir til Kirkjubøar kl. 18, har tey saman við øllum aðalskrivarum og ferðaleiðara byrja løtuna í Kirkjubøar kirkju, hyggja at múrinum og kl. 19 eta eina felags máltíð á garðinum í Kirkjubø.
Hósdagin gongur leiðin til Solo Deo Gloria í Klaksvík. Har verða frágreiðingar frá øllum londunum og evnið fyri dagin er Bíbliuáhugi – royndir og uppskot at menna Bíbliuáhuga við bókaútgávum og talgildum loysnum.
Síðan gongur leiðin til Viðareiðis. Fyrst vitja tey í Viðareiðis kirkju, har Jóannes Purkhús, Sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi og Doktorantur í Nýggja Testamenti við Universität Münster, fer at greiða frá um Paulus ápostul og týðingar. Eftir ein stuttan steðg gongur leiðin til kirkjuna í Hvannasundi, har vit fáa eina máltíð í Kirkjuhúsinum.
Gestirnir fara av aftur landinum fríggjadagin.
Bíbliufelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald