Mentan

Bezzerwizzer á føroyskum endurprentað fyri seinastu ferð

Meira enn helvtin er longu seld, tí møguligt hevur verið at undanbíleggja

2023-06-02 19:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spurnaspælið Bezzerwizzer á føroyskum kom á fyrsta sinni út í fjørheyst, og varð rivið av hillunum.

Á nýggjárinum varð útselt, men spælið er nú endurprentað fyri seinastu ferð, sigur Hugnaløtur, sum gevur spælið út.

- Vit hava gjørt ymsar rættingar, í mun til fyrru útgávuna, men annars er tað so gott sum sama spæl. Tað hevur verið møguligt at undanbíleggja spøl, tískil eru væl meir enn helvtin av spølunum longu seld, og hesaferð hava vit als ikki ætlanir um at gera eitt endurprent afturat, verður sagt.

Lagt verður afturat, at onnur føroysk spøl eru ávegis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder