Innanlands

Betri: Eysturoyartunnilin gevur hægri sethúsaprísir og størri bústaðarbyrðu

Sethúsaprísirnir í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin eru hækkaðir við 31 prosetum síðani 2019, og prísurin er meira enn tvífaldaður síðani 2015.

2020-09-10 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At áhugin at búgva tætt við Eysturoyartunnilin, sum skjótt verður liðugur, er stórur, tykist eingin ivi at vera um, og at hetta er orsøkin til at sethúsaprísurin í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin er vaksin nógv, er eisini mest sannlíkt. 

Miðal sethúsaprísurin í hesum økinum er næstan 650.000 krónur hægri enn í Eysturoynni sum heild, og sethúsaprísirnir í økinum tætt við Eysturoyartunnilin eysturoyarmegin eru hækkaðir við 31 prosetum seinastu árini.

Hetta skeivar Betri í frágreiðing, har víst verður á, at bústaðarbyrðan í økinum eisini er vaksandi: Hon er farin úr 17 prosent upp í 23 prosent frá 2019 til 1. hálvár 2020. 

Til ber at lesa og síggja meira um gongdina her

Kristine Ellingsgaard, leiðari hjá Betri Banka í Saltangará, sigur at gongdin er natúrlig, tí Eysturoyartunnilin ger tað meira lokkandi at seta búgv í Eysturoynni.

- Vit síggja, at eftirspurningurin verður størri og størri frá fólkum í øllum landinum. Miðalprísurin fyri eini hús tætt við Eysturoyartunnilin er framvegis nógv lægri enn í Tórshavn. Tá koyritíðin úr til dømis Havn til Runavíkar verður stytt niður í 16 minuttir, so sigur tað seg sjálvt, at tað kann verða lokkandi fyri fleiri fólk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder