Innanlands

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

Rentuhækkingarnar hjá Evropeiska Miðbankanum og Danska Tjóðbankanum hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-05 11:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Betri Banki: Í farnu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna. Hesuferð er rentan hækkað við 0,25% stigum.

Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

Fyri bæði privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25% stigum. Hinvegin hækka innlánsrenturnar við upp til 0,5% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 15. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder