Innanlands

Bert tvey positiv í løtuni

Í gjár var aftur ein dagur uttan nýggja smittu, og síðan í gjár eru tveir persónar staðfestir frískir

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-02-05 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smittutilburðurin, sum varð staðfestur mikudagin var tann fyrsti covid-19 tilburðurin í Føroyum í átta dagar, og í gjár var aftur ein dagur uttan smittu.

Eingin smitta varð staðfest í teimum 279 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

655 persónar hava higartil fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og nú eru 652 teirra  staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við smittuni í Føroyum.

Hetta merkir, at talið á positivum er farið niður í helvt síðan í gjár – í løtuni eru bert tveir persónar, sum eru positivir fyri covid-19 í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 11 eru í sóttarhaldi.

Tilsamans 223.607 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder