Innanlands

Bert tveir tilburðir í 1.000 kanningum

Trý fólk vórðu staðfest frísk aftur í gjár, og talið av fólki í sóttarhaldi er eisini minkandi

Ellivu smittutilburðir eru staðfestir í hesari vikuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ellivu smittutilburðir eru staðfestir í hesari vikuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-10 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Hetta var útfrá 1.013 kanningum.

Báðir tilburðirnir eru frá kendum smittukeldum, skrivar corona.fo. Ellivu smittutilburðir eru staðfestir í hesari vikuni.

Tilsamans eru nú gjørdar 289.915 koronukanningar í Føroyum.754 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 714 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Trý fólk vórðu staðfest frík aftur í gjár, og harvið er 39 persónar í løtuni smittaðir við koronu. 238 fólk eru í sóttarhaldi. Í gjár var hetta talið 255.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder