Innanlands

Bert ein bilur kom illa fyri í hálkuni í nátt

Boðað verður framvegis frá hálku um alt landið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-29 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast nakað av vindi og rættiliga fitt av kava, so hevur løgreglan havt eina friðarliga nátt í nátt.

Bert ein bilur kom í trupulleikar í hálkuni. Tað var um midnáttarleitið, at ein bilur boðaði frá, at hann hevði koyrt av vegnum vegna hálku nærhendis Leynatunnilin. Hendingin var ófarlig, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Landsverk boðar annars frá, at hált er kring alt landið. Tað er ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum og koyrilíkindini eru vánalig, serliga á Hálsi í Sandavági og á vegnum til Vestmannar. Eisini er vindmegin nógv í hvirlunum á Gjáarskarði.

Ein annar bilførari ringdi úr Eysturoyartunnlinum í hátt. Hann greiddi vakthavandi frá, at hann hevði mist eina hjólskál í tunnlinum, og vist ikki hvussu hann skuldi fyrihalda seg, tí hann hevði fingið at vita, at hann ikki mátti støðga í tunnlinum.

- Tað fingu vit orðnað, sigur vaktleiðarin og leggur afturat:

- So fýrkantað eru vit heldur ikki.

Annars varð boðað frá eini oljudálking við Vestaru Bryggju í Havn. Løgreglan veit onki meira at siga um hetta. Tað var so myrkt og keðiligt veður, tá løgreglufólkini fóru at kanna málið í nátt, at tey einki sóðu.

Hetta skal kannast nærri í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder