
Eftir 21 ár sum høvuðsdirigentur fyri Føroya Symfoniorkestur letur Bernharður Wilkinson nú sessin víðari til ein nýggjan høvuðsdirigent.
– Við Bernharði á odda hevur symfoniorkestrið ment seg ómetaliga nógv, listarliga sum tónleikaliga, og symfoniorkestrið hevur styrkt sína støðu markant í føroyskum mentanarhøpi, skrivar Føroya Symfoniorkestur í tíðindaskrivi.
– Benni, sum hann eisini verður nevndur, hevur verið ein snúningsdepil í menningini hjá orkestrinum; og hevur hann m.a. lagt lunnar undir bæði familju- og jólakonsertina og barnakonsertirnar. Hann hevur stjórnað óteljandi konsertum – alt frá stóru nýggjárskonsertunum til rokk- og poppkonsertir. Undir hansara leiðslu hevur orkestrið eisini frumframført hópin av verkum eftir føroysk tónaskøld.
– Tað hevur verið ein stórur framíhjárættur at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum og at vera partur av einum orkestri, ið hevur so stóran mentanarligan týdning fyri Føroyar. Eg eri takksamur fyri henda møguleikan – men tíðin er nú búgvin til, at nýggjar kreftir koma framat, sigur Bernharður Wilkinson.
Bernharður hevur eisini verið virkin sum kórleiðari og tónleikalærari í føroysku musikkskúlaskipanini, og hesum heldur hann fram við.
Nýggjur dirigentur
Symfoniorkestrið skrivar, at fýra ára avtala er gjørd við ensku Catherine Larsen-Maguire, sum upprunaliga er útbúgvin fagotspælari og spældi solofagot í Komische Oper í Berlin áðrenn hon fór dirigentleiðina.
Bernharður Wilkinson letur dirigentstavin víðari til Catherine Larsen-Mcguire eftir nýggjárskonsertina. Sostatt verður fyrsta framførslan hjá Catherine stóra konsertin saman við Kim Hansen og bólki í februar.
– Vit eru øll takksom fyri stóra arbeiðið, Benni hevur lagt í Føroya Symfoniorkestur. Hann hevur saman við framúrskarandi tónleikarum og dedikeraðum sangarum, samstarvspørtum, stuðlum og øðrum flutt okkara orkestur og kór risastór fet fram á leið” sigur stjórin, Hans Petur í Brekkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald