Innanlands

Bergur Rønne Moberg farin aftur til universitetið í Keypmannahavn

Hann varð settur sum lektari á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab, Københavns Universitet 1. apríl, og er tí farin í farloyvi úr starvinum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum

2021-04-23 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bergur Rønne Moberg, lektari á Føroyamálsdeildini er 1. apríl 2021 settur í starv sum lektari á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab, Københavns Universitet (KU). Hann er tí farin í farloyvi úr starvinum á Føroyamálsdeildini í fyribils í eitt ár.

Københavns Universitet er einasta universitet uttan fyri Føroyar, sum hevur lektorat í føroyskum.

Talan er um eitt verkætlanarstarv á KU í 3 ár við atliti at aktuellum norðuratlantiskum og arktiskum viðurskiftum. Endamálið er m.a. at byggja brúgv millum Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet. Saman við Mie Femø professara á KU, er Bergur Rønne Moberg longu við at fyrireika ein digitalan master millum Setrið og KU við arbeiðsheitinum “Digital Collaboration. Empowering the local to solve business cooperation.”

Áðrenn Bergur Rønne Moberg varð settur í starv sum lektari á Føroyamálsdeildini í januar 2018, hevði hann í fleiri umførum verið í starvi á sama institutti á KU sum postdoc. og sum eksternur lektari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder