Innanlands

Ber framvegis ikki til at bíleggja tíð til koppseting

Trupulleikarnir eru ikki við bíleggarskipanini, men latið verður ikki upp fyrrenn tað er endaliga greitt, nær og hvussu nógv koppingrevni kemur. -Tað eru nógv fólk møta ikki upp, um tey bóka tíð í góðari tíð, sigur Tummas í Garði við Kringvarpið

Trupulleikar hava verið, tá fólk, ið hava bóka í góðari tíð, ikki møta upp (Mynd: Sverri Egholm)

Trupulleikar hava verið, tá fólk, ið hava bóka í góðari tíð, ikki møta upp (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-09 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6.800 skamtir. Tað hevur verið talið seinastu ferðinar, ið koppingarevni er komið til Føroya, og soleiðis verður helst eisini í næstu viku, tá koppingarevni aftur kemur til landið.

Hetta sigur Tummas í Garði við Kringvarpið seinnapartin.

Tað er ikki endaliga greitt enn, nær tað kemur, men væntandi er tað miðskeiðis í næstu viku - tað vil siga um áleið eina viku.

-Nógv møta ikki upp 

Í løtuni stendur á corona.fo, at ongar tíðir eru tøkar til koppseting. Heilsumyndugleikarnir vilja ikki lata upp, fyrrenn tað er endaliga greitt, nær og hvussu nógv koppingrevni kemur. 

- Tað er av teirri orsøk, at nógv fólk ikki møta upp, um tey hava bóka sær tíð langt áðrenn. Kanska tey hava gloymt tað, ella okkurt er komið upp ímillum

Tummas í Garði sigur eisini, at brekið, sum gjørdi, at bíleggingarskipanin hoknaði undir í síðstu viku, nú er rættað. Hann heitur á fólk um ikki at haldaá við at klikja á - tað var hetta, sum var orsøkin til, at skipnanin var óvirkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder