
Danska TV2 hevur í dag kunngjørt eina broyting í dómara-tríbólkinum í sínari vælumtóktu undirhaldssending X-Factor.
Í apríl boðaði Simon Kvamm frá, at hann eftir trý ár steðgar sum dómari. Fyrrverandi oddamaðurin í Nephew og nú í Hugorm hevur verið vældámdur sum X-Factor dómari, og vann hann eisini bæði tey fyrstu árini: Við gentugreipuni ROSÉL og síðani songkvinnuni Helené Frank.
Nú er greitt, at tað verður Benjamin Hav, sum skal avloysa Kvamm. 40-ára gamli er kendur sum partur av rapp-greipuni Benal og fyri sína einstalinkayrkisleið.
Har hevur Hav millum annað gjørt hol í sjógvin við "Du ligner din mor", sum hann syngur saman við Lukas Graham.
Maðurin, sum eisini hevur gjørt vart við seg á Youtube, skal í í vetur og nakað inn í 2026 finna og rágeva spentum nýggjum songnøvnum.
Benjamin Hav legst afturat dómaratoyminum, sum telur Thomas Blachman, sum verður í sendingini á 18. ári, og Oh Land (Nanna Øland Fabricius), ið eisini er roynd á økinum.
Frá 1. januar og nakrar mánaðir fram er X-Factor á skíggjanum hjá TV2 hvørt fríggjakvøld, og tað savnar vanliga nógvar danir - og fitt av føroyingum.
Fleri føroyingar hava gjørt vart við seg í talentkappingini; millum annað við at koma í finalur. Linda Andrews vann X-Factor í 2009, tá tað framvegis var nýtt - og á DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald