placeholder
Mentan

Benjamin gevur Hank Williams-lag út

Son of Fortune hevur lagt nýtt staklag á stroymingarpallarnar í dag

2022-06-30 13:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dugnaligi sangarin og guittarleikarin, Benjamin Petersen, sum á pallinum kallar seg Son of Fortune hevur í dag givið eitt nýtt staklag út.

Talan er um sangin “Alone and Forsaken”, sum Hank Williams skrivaði í 1951. Hansara versjón varð tó ikki givin út fyrr enn í 1955, tvey ár eftir deyða hansara.

Sjálvur sigur Benjamin í einum uppslagi á sosialu miðlunum, at talan er um hansara favoritt-sang hjá Hank Williams.

Hetta er ein av teimum heilt kendu sangunum hjá Hank Williams, sum er mætasta navn yvirhøvur innan countrytónleikin. Hann doyði nýggjársnátt 1953, einans 29 ára gamal, men náddi at skriva næstan 170 sangir.

Nógvir sangarar hava kopierað júst “Alone and Forsaken”. Flest í countrystíli, men henda útgávan hjá Son of Fortune, hóast hon er upptikin í Nashville, meira rokkut.

Millum teirra, ið hava innspælt “Alone and Forsaken” er føroyingurin Ragnar í Vík, sum hevur sungið sangin á bæði enskum og í eini føroyskari útgávu, “Eina á heysti”, sum Birgir Kruse týddi.

Son of Fortune spældi henda sangin inn í The Smoakstack upptøkuhølinum í Nashville. Devin Vaughan stóð fyri upptøkunum. Tónleikararnir eru Noah Denney á trummum, Byron House á bass og Matt Stanfield á ljómborði. Vance Powell miksaði við hjálp av Mike Fahey. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder