Innanlands

Beinta Løwe: Ongin ríkisfelagsskapur er til – bara danska ríkið

Tjóðveldistingkvinnan tekur undir við grønlendska landsstýrismanninum í uttanríkismálum í, at tað er púra burturvið at brúka orðið "ríkisfelagsskapur"

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-20 13:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mann eigur ikki at brúka orðið "ríkisfelagsskapur", tí tað er eitt skálkaskjól fyri danskt yvirræði.

Soleiðis segði grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg í samrøðu við Berlingske um vikuskiftið.

– Orðið sipar til, at tað er nakað, sum vit øll eiga, men tað er tað jú ikki, tað er nakað, sum Danmark eigur, segði hann m.a.

Les eisini: Pele Broberg: Eiga ikki at brúka orðið "ríkisfelagsskapur"

Tjóðveldistingkvinnan Beinta Løwe heldur eisini, at tað er púra burturvið at brúka orðið "ríkisfelagsskapur".

– Danska ríkið verður nú javnan umrøtt, sum ríkisfelagskapurin. Men tað er púra burturvið at brúka hetta orðið. Tí tað eitur Danmarsk Rige. Tað eitur ikki føroyska, grønlendska, danska ríkið. Talan er um Danmarsk Rige, har Danmark hevur seinasta orðið, og harvið alt valdið, sigur hon í lesarabrævi, sum er sent miðlunum í dag.

– Danskir politikarar eru farnir at nýta hugtakið ríkisfelagsskapurin fyri at geva føroyingum ta fatan, at talan er um javnstøðu millum Føroyar og Danmark. Men so er ikki. Føroysk ítróttarfólk sleppa í fleiri førum ikki til aljóða kappingar uttan at umboða Danmark – ella at vera Danmark 2. Føroyar sleppa ikki á fund við altjóða felagsskapur, uttan at Danmark er við sum sómadadda. Tí føroysk og donsk áhugamál eru jú ikki altíð tey somu.

Tingkvinnan heldur ikki, at tað ber til at tosa um nakran ríkisfelagsskap, tí ongin ríkisfelagsskapur er til, sigur hon.

– Ongin ríkisfelagsskapur er til – bara tað danska ríkið. Og Føroyar mugu fara úr danska ríkinum, so vit kunnu røkja egin áhugamál og verða javnsett við Danmark og øll onnur fræls lond í heiminum, heldur Beinta Løwe.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder