
Ein broyting er gjørt í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Hesum boðar stovnurin sjálvur frá í dag.
- Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett Beintu Løwe sum næstforkvinnu í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Hon tók við 12. august og situr, til skeiðið endar 5. mars 2027.
Beinta Løwe tekur við eftir Matheu Hilduberg, sum hevur tikið seg úr stýrinum.
Klaksvíkskvinnan í høvuðsstaðnum er útbúgvin jorunalist og samfelagsfrøðingur. Hon arbeiddi í nógv ár í júst Kringvarpinum.
Í 2019 varð Beinta vald á Løgting fyri Tjóðveldi. Eftir setuna valdi hon at ikki stilla upp aftur. Síðani hevur Beinta Løwe millum annað verið politiskur viðmerkjari - serliga hjá KVF.
Rógvi Olavson er formaður í Kringvarps Annika Eidesgaard, Michael Koba, Høgni Reistrup, Gunvá við Keldu og Finnur Koba, sum er starvsfólkaumboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald