Innanlands

Beint áðrenn sendingin skuldi í luftina fór øll skipanin í svart

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum biðjur hyggjararnar um umbering, nú alt fór í svart hjá Kringvarpinum

Georg L. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Georg L. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-19 19:24 Author image
Sverri Egholm

- Beint áðrenn vit skuldu í luftina við Degi & Viku í kvøld, fór øll skipanin í svart, bæði sjónvarp og netið. Vit biðja tykkum umbera okkum.

Soleiðis skrivar Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, í kunning á Facebooksíðuni hjá Kringvarpinum í kvøld. Tá Dagur & vika skuldi byrja klokkan 19 var bara svartur skíggi.

Boðini eru løgd út fyri sjey minuttum síðani, og fyri lítlari løtu síðani byrjaði Dagur & vika aftur.

placeholder
placeholder