Mentan

Beinir Bergsson nýggjur leiðari fyri kvøldskúlan í Vága kommunu

Hann byrjar í starvinum 1. august

Beinir Bergsson (Mynd: Vága kommuna)

Beinir Bergsson (Mynd: Vága kommuna)

2025-07-04 11:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beinir Bergsson er settur sum leiðari fyri kvøldskúlan í Vága kommunu. Hann er 28 ára gamal og hevur bæði fakligar skapandi royndir við í skjáttuni.

Hann hevur tikið bachelor- og masterútbúgving í týskum á Háskóla Íslands, umframt ein bachelor í ritlist á Fróðskaparsetri Føroya. Harafturat er hann undir útbúgving sum lærari á Fróðskaparsetri Føroya.

Seinastu tvey árini hevur Beinir Bergsson starvast sum ritstjóri hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, er vertur í útvarpssendingini Samværi, og hevur eisini verið vikar og stuðul í Sørvágs skúla, gestalærari í týskum bókmentum á Háskóla Íslands og í styttri tíðarskeiði vikar á Glasir.

Beinir Bergsson byrjar í starvinum 1. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder