Mentan

Beinir á danskari festivalferð

Fríggjadag seinnapart spældi Beinir á Nibe Festival, og í august fer hann at framføra á Smukfest í Skanderborg og á Wonderfestiwall á Bornholm

2022-07-02 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár spældi Beinir á Nibe Festival í norðurjútska býnum Nibe.

Talan var um ta fyrstu av trimum framførslum í Danmark í summar, har Beinir fer einsamallur á pallin við gittara og sangum.

Nibe Festivalen er ein av miðalstóru donsku festivalunum við 30.000 vitjandi.

Á festivalunum í summar spælir Beinir fyri tað mesta nýtt tilfar, sum fer at vera á
komandi útgávu hansara, men eisini spælir hann sangir av EPini, sum hann gav út í fjør – World Out There.

Seinasta árið hevur Beinir arbeitt við nógvum tilfari og samstarvað við fleiri av fremstu framleiðarum og sangskrivarum í Danmark. Sáttmálin við plátufelagið The Bank hevur gjørt tað møguligt hjá honum at arbeiða meiri miðvíst við tónleikinum og at fáa møguleika at samstarva við sangskrivarar, sum hava og hava havt løg á donsku hittlistunum.

Fyri at fáa tónleikin út til fleiri áhoyrarar, hevur Beinir seinasta hálva annað árið verið á konsertferðum saman við kendum donskum nøvnum. Seinasta konserferðin var í april, har Beinir hitaði upp fyri bólkin Jonah Blacksmith á 15 konsertum.

1. august spælir Beinir á Livecamp á Smukfest í Skanderborg. Tað er ein kapping millum upcoming nøvn at sleppa at lata størsta pallin á Smukfest upp.

Triðja konsertin verður 19. august. Tá spælir Beinir á Wonderfestiwall á Bornholm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder