Innanlands

Bátur tók sjógv inn

Sløkkiliðið bjargaði báti í bátahylinum í Fuglafirði

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-08-03 08:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan fekk eitt sindur at gera í gjárkvøldið, tá tvey smærri óhapp hendu um sama mundið. Samstundis sum ein lítil eldur var í einum húsum í Hósvík, sum Portalurin skrivaði um í gjárkvøldið, kom fráboðan um at ein bátur í bátahylinum í Fuglafirði tók sjógv inn.

Tá fráboðanin um gamla bátin í Fuglafirði kom, sendi løgreglan boð eftir sløkkiliðinum í Fuglafirði.

- Talan var um ein gamlan bát, sum møguliga ongan góðan eigur, varð sagt av løgreglustøðini.

Báturin hevði tikið nakað av sjógvi inn og var um at søkka. Sløkkiliðið pumpaði sjógvin úr aftur bátinum.

Les eisini:

Eldsbruni í Hósvík

Ein maður var í húsunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder