Innanlands

Bátastevnan eisini avlýst

Bátastevnan sum fyrst skuldi vera í fjør, men síðani síðst í august í ár, er nú eisini avlýst. Óvissan um koronu og almennu tilmælini gera at teir hava valt at avlýsa

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-31 18:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Óvissan um koronusmittuna og almennu tilmælini gera, at Bátastevnan, sum skuldi vera 27. og 28. august er avlýst.

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.

- Tað er enn sera ivasamt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir síðst í august, og óvissan ger, at fyriskiparnir nú hava valt at avlýsa Bátastevnuna, verður sagt.

Bátastevnan 2022 verður 26. - 28. mai og atgongumerki, ið vóru keypt til Bátastevnuna 2020 kunnu nýtast tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder