Mentan

Barokkmeistaraverk framførd á fyrsta sinni í Føroyum

Talan er um Dixit Dominus eftir Georg Friedrich Händel, og Christ lag in Todes Banden eftir Johan Sebastian Bach, sum tær báðar blaðungu solistarnir, Hanne Marit Mordal Iversen og Sanna Bæk Hoydal fara at framføra – Fyrra konsertin er leygardagin 22. mai í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla og tann seinna er í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin 23. mai

2021-05-19 20:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Hvítusunnu verður høvi at hoyra tvey barokk meistaraverk, ið ikki eru framførd í Føroyum áður. Talan er um Dixit Dominus eftir Georg Friedrich Händel, og Christ lag in Todes Banden eftir Johan Sebastian Bach, sum Tórshavnar Kamarkór og Tarira, saman við solistum og orkestri fara at framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson

Tað serstaka er, at bæði verkini eru skrivað í 1707, tá ið Händel og Bach vóru bert 22 ára gamlir. Händel komponeraði Dixit Dominus, meðan hann eitt tíðarskeið búðleikaðist í Rom, og sannlíkt er, at frumframførslan var í Santa Maria di Montesanto kirkjuni í Rom sama árið.

Dixit Dominus er elsta hondskrivaða verkið, sum er til eftir Händel. Tað er komponerað eftir siðbundnum barokk leisti, hevur 9 satsir og er fyri fimmræddað kór, solistar, strúkarar og fylgispæli.

Tað framgongur rættiliga týðiliga av teim skjótu temposkiftunum og stundum villu satsunum, at talan er um eitt ungt og óbrýnt tónaskald, og tað er júst hetta, ið ger Dixit Dominus áhugavert fyri tey, ið lurta og krevjandi fyri tey, ið framføra.

Eins og við Dixit Dominus er Christ lag in Todes Banden elsta kantata, sum er til eftir Bach, og er hetta hansara fyrsta kantata, sum er skrivað til páskirnar.

Kantatan er ein sokallað koral kantata, har bæði tekstur og tónleikur eru grundað á ein sálm, og her er talan um ein sálm eftir Martin Luther við sama heiti. Verkið hevur 8 satsir, har tann fyrsti er ein sinfonia og hinir sjey eru skrivaðir til sjey ørindir úr sálminum.

Sambært kenda Bach serfrøðingin og dirigentin John Eliot Gardiner er hetta verkið eitt djarvt og nýskapandi tónlistarligt drama og fyrsta viðurkenda royndin hjá Bach at tulka orðini gjøgnum tónleikin.

Tað eru tey bæði høvuðsstaðarkórini Tórshavnar Kamarkór og Tarira, sum hava tikið stig til at framføra hesi bæði verkini á Hvítusunnu, og afturat teimum er eitt orkestur við tólv strúkarum og fylgispæli á urgu.

Eins og tónaskøldini vóru ung, tá ið tey skrivaðu verkini, eru høvuðssolistarnir til hesar framførslurnar tveir ungir og gávuríkir sangspírar; sopranin er 23 ára gamla føroysk-norska Hanne Marit Mordal Iversen, sum lesur á triðja ári útinnandi tónleik á Norges Musikkhøgskole í Oslo, men er hetta árið skiftisnæmingur á Hochschule für Musik und Theater München. Hon er limur í nýstovnaða Solistkoret UNG, har tey arbeiða við tónleiki frá ár 1500 til 2020 fyri kór ella lítið ensemble. Í München er Hanne Marit júst liðug at syngja leiklutirnar Königin der Nacht og Erste Dame í Gandalfloytuni eftir Mozart.

[object Object]
Hanne Marit Mordal Iversen

Hin solisturin er bert 17 ára gamla Sanna Bæk Hoydal, sum í løtuni gongur á Musikkskúlamiðnámi á Tórshavnar Musikkskúla. Í fjør gekk Sanna á tónleikaeftirskúla í Danmark og hevur annars longu nú gjørt vart við seg við tveimum 2. virðislønum í aldursbólkinum 14-18 ár í Stella Polaris tónlistakappingini í 2019 og 2021, umframt at hon hevur havt fleiri solistuppgávur hesi seinastu árini.

[object Object]Sanna Bæk Hoydal

Afturat hesum báðum høvuðssolistunum, eru eisini kórsangarar, ið syngja smærri solistuppgávur. Dirigenturin Bernharður Wilkinson byrjaði tónlistarligu yrkisleiðina á ungum aldri sum kórdrongur í Westminister Abbey í London. Eftir lokna útbúgving sum floytuleikari frá The Royal Northern College of Music í Manchester fekk hann starv sum 1. floytuleikari í Íslendska Symfoniorkestrinum. Hann er ein av stovnandi limunum í Reykjavík Wind Quintet, sum hevur framført víða um í heiminum. Bernharður hevur verið kórleiðari hjá fleiri kórum í Íslandi og hevur stjórnað Tórshavnar Kamarkóri síðani 2009.

Tað er hóskandi, at fyrsta konsertin verður í Tórshavnar Musikkskúla í høllini Hátún, sum er uppkallað eftir Ólavi Hátún, sála; hann stóð á odda fyri óteljandi mætum kórverkum av sama slagi.

Fyrra konsertin er leygardagin 22. mai kl. 16.00 í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla og tann seinna er í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin 23. mai kl. 16.00.

Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at stuðla við at lata pening
í tunnurnar í forkirkjuni / inngongdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder