Innanlands

Barnagarður verður á Norðoyri

Hetta samtykti Klaksvíkar býráð í gjárkvøldið. Talan verður um áleið 30 dagstovnapláss, sum verða ein bráfeingis loysn uppá økta eftirspurningin. Kostnaðurin verður beint yvir átta og eina hálva millión

Borgarstjórin og formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvíkar býráðið á staðsetingini fyri nýggja dagstovninum (Mynd: klaksvik.fo)

Borgarstjórin og formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvíkar býráðið á staðsetingini fyri nýggja dagstovninum (Mynd: klaksvik.fo)

2021-03-26 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftirspurningurin eftir dagstovnaplássum í Klaksvíkar kommunu er so nógv øktur, at mett verður at neyðugt er við einari bráðfeingis dagstovnaloysn, sambært borgarstjóranum Karl Johansen. Ein slík er nú ávegis, tí í gjárkvøldið samtykti býráðið at byggja ein nýggjan barnagarð á Norðoyri - ein barnagarður sum sambært klaksvik.fo skal takast í nýtslu longu í heyst.

Talan er um ein bygning, sum líkist sera nógv tí nýggjasta bygninginum í útibarnagarðinum  Fjallafípuni, sum Norðhús bygdi fyri kommununa, og tað er júst Norðhús, sum Klaksvíkar kommuna gjørdi sáttmála við eftir býráðsfundin í gjárkvøldið. Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at starvsfólkini í Fjallafípuni hava verið sera væl nøgd við bygningin, sum Norðhús hevur gjørt, og hetta hevur stóran týdning fyri avgerðina, sigur borgarstjórin. 

[object Object]


[object Object]
Myndir: klaksvik.fo

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at eftirspurningurin eftir dagstovnaplássum í kommununi nú er so nógv øktur, at tað verður mett, at ein bráðfeingis dagstovnaloysn krevur at verða funnin, um kommunan framhaldandi skal kunna bjóða sínum borgarum nøktandi tænastu og sleppa undan, at bíðilistin verður ein støðugt vaksandi trupulleiki.

Borgarstjórin og formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung, Eyðstein Poulsen, hava í tøttum samstarvi við starvsfólk á dagstovnaøkinum, Norðoyrarnevndina og kommunalu umsitingina arbeitt við hesi bráðfeingisloysnini. Eyðstein Poulsen sigur, at tað er alneyðugt, at kommunan nú ger eitt eyka átak og útvegar eina bráðfeingis loysn við

- Talan er um á leið 30 dagstovnaplássum, sum seinni kann økjast, soleiðis at rúm verður fyri fýra barnagarðsstovum. Við hesari loysnini varðveitir kommunan ansingartrygdina til sínar borgarar, samstundis sum hon keypir sær tíð til at arbeiða miðvíst víðari við størri varandi loysnum, sigur Eyðstein Poulsen

Samlaði kostnaðurin fyri barnagarðin við uttanumøki er 8,6 milliónir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder