Innanlands

Barnagarðsdreingir við áheitan til borgarstjóran í Eysturkommunu

Nakrir dreingir vitjaðu í dag skrivstovuna hjá Per Martini Gregersen: Allir vilja hava ein lítlan sparkivøll í dagstovni sínum í Leirvík - eitt skriv við 13 undirskriftum varð handað

- Beint nú sparka vit, har sum hini børnini súkkla og krita, og vit hava eingi mál. Tað halda vit er ordiliga keðiligt, tí vit tíma ordliga væl at sparak fótbólt (Mynd: Eysturkommuna)

- Beint nú sparka vit, har sum hini børnini súkkla og krita, og vit hava eingi mál. Tað halda vit er ordiliga keðiligt, tí vit tíma ordliga væl at sparak fótbólt (Mynd: Eysturkommuna)

2025-07-10 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í dag var forkunnug vitjan í býráðshúsinum í Eysturkommunu.

Hetta skrivar heimasíðan hjá kommununi seinnapartin. Talan var tó ikki um nakað "stórt útlendskt navn" ella kanska løgmann.

Tað vóru ungir borgarar í kommununi - sum høvdu eitt ynski.

Talan var um børn úr dagstovninum Brúsa í Leirvík, sum í morgun vóru Norðragøtu og handað borgarstjóranum eina undirskrivaða áheitan um ein lítlan sparkivøll.

13 dreingir høvdu undirskrivað pappírið, ið sæst niðast. Teir staðfesti, at teir gjarna vilja hava betri umstøður at sparka bólt, meðan teir eru í skúla: Millum annað at hava mál. Har var eisini uppskot um staðsetingina í garðinum.

Borgarstjórin lurtaði, tók ímóti og bjóðaði sleikisneis.

- Per Martin Gregersen, borgarstjóri, takkaði fyri skrivið og segði børnunum, at hann skuldi fara at vita, um tað ikki man fara at bera til, at fáa ein lítlan vøll inni í garðinum, skrivar Eysturkommuna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder