Fríggjadagin gav Bárður Johannesen út nýtt staklag við heitinum "The World is a Fine Place".
– "The World Is A Fine Place" er eitt sitat frá rithøvundinum Ernest Hemingway. Lagið ferðast gjøgnum sorgblíð landsløg við íblástri frá støðuni í heiminum í dag, sum er eitt ótrygt stað, retoriskt og bókstaviliga, sum oyðileggur seg sjálvan í narsissismu, egoismu og fávitsku, skrvar Bárður Johannesen í tíðindaskrivi.
– Sangurin roynir at geva heiminum meining og er ætlaður øllum menniskjum, ið framvegis droyma um eitt betri stað og eina góða framtíð. Við at fylgja hesum einfalda setningi “at heimurin eitt gott stað” kann vónandi vera við til at manifestera, at lívið er vert at liva og somuleiðis gera, at vit røkta og ansa eftir honum og hvørjum øðrum í staðin fyri at oyðileggja.
Til ber at hoyra lagið omanfyri, umframt á YouTube, Spotify, Apple Music, o.s.fr.
Um lagið
- Orð og lag: Bárður Johannesen
- Bárður Johannesen: Vokalar, keyboards, strings,
- Kristoffer Mørkøre: Bas, trummur, percussions
- Framleitt og arrangerað: Bárður Johannesen og Kristoffer Mørkøre
- Ljóðblandað: Kristoffer Mørkøre
- Mastrað: Jesper Vestergaard - Vivid Music Productions
- Útgivið via TUTL Records
- Upptikið í kris-stuff STUDIO & HUGSTUDIO
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald