Mentan

Barbara Lervig fór av stað við øllum

Bæði dómsnevnd og áskoðarar vóru samdir um, at "Handanland" hjá Barbaru Lervig var besti stuttfilmurin í ár, tá Geytin 2021 var á skránni í Norðurlandahúsinum í kvøld

Barbara Lervig

Barbara Lervig

2021-02-28 00:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld var ársins handan av Geytaviðurslønini á skránni, og sum nakað nýtt bar til at fylgja beinleiðis við í sjónvarpinum.

Eins og undanfarin ár, skuldu tvær virðislønir latast – Geytin og Áskoðaravirðislønin. Tann fyrra virðislønin á 35.000 krónur varð latin av Runavíkar kommunu, og tann seinna á 25.000 krónur varð latin av Tórshavnar kommunu.

Í kvøld var ein vinnari so heppin at fara av stað við báðum virðislønum við einum samlaðum virði á 60.000 krónur. Talan var um Barbaru Lervig, leikstjórin handan filmin "Handanland".

Dómsnevndin segði soleiðis í grundgeving sínari:

– Vinnarin av Geytanum 2021 hevur megnað at hugtikið og vakt virðing hjá dómsnevndini við einum ambitiøsum og inniligum stuttfilmi. Tá talan harafturat er um fyrsta veruliga filmsavrikið hjá leikstjóranum, er tað eisini sera djarvt av leikstjórinum at fara í holt við viðgera nakrar so tungar og álvarsamar eksistentialistiskar spurningar, ið eru torførir at bera fram hjá teimum mest royndu filmsfólkunum.

– Men hetta loysir filmurin hegnisliga við einari blanding av góðum sjónleikaraavriki, einfaldari og munagóðari visuellari nýtslu av føroysku náttúruni, stílreinum framleiðslusniði og einum bjartum frásøguvendið í endanum, ið gevur eina vón í vónloysinum. Hóast evnið og tað føroyska landslagið í filminum er væl kent, so megnar leikstjórin við síni serstaku rødd at geva frásøguni ein frískan og persónliga dám. Og tað er ikki smávegis.

– Hetta hevur, sum sagt, hugtikið og vakt virðing hjá limunum í dómsnevdini, og dómsnevndin vil somuleiðis viðurkenna hetta djarva lopið inn í filmsheimin við Geyta virðislønini. Framtíðin hjá hesum leikstjóra er spennandi og vóngevandi - og somuleiðis framtíðin hjá hesum nýggja ættarliði av føroyskum filmsfólkum.

– Eg hevði virkuliga ikki væntað hetta, segði ein ovurfegin leikstjóri, tá hon tók ímóti Geytanum.

Teir níggju filmarnir, sum dómsnevndin hevði valt at sýna til ársins Geytakvøld vóru hesir:

PERLAN – Terji Mohr 
SKÚLA SCAM - 5. PARTUR - Tóki Jansson 
MÓÐIR / KATA - Heiðrik á Heygum 
SPILLARIN - Dina Fríða Poulsen 
HANDANLAND - Barbara Lervig 
KARLO AND LUDDI - Rói Davidsen 
STORYMUSIC - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen 
KAVAKRÍGGJ - Leann á Kósini 
KALL – Nóllywood 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder