Innanlands

BankNordik í uppskoti at gerast ársins talgilda fíggjarfyritøka

10. september verður ráðstevnan ”Årets Digitale Finansvirksomhed” hildin í Keypmannahavn, og BankNordik er í uppskoti at vinna báðar virðislønirnar "Bestu talgildu kundaloysnir" og "Ársins talgilda fíggjarfyritøka"

Mynd: BankNordik

Mynd: BankNordik

2020-09-09 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, 10. september, verður ráðstevnan ”Årets Digitale Finansvirksomhed” hildin í Keypmannahavn, og í hesum sambandi er BankNordik í uppskoti at vinna báðar virðislønirnar, ið verða latnar á ráðstevnuni: "Bestu talgildu kundaloysnir", og "Ársins talgilda fíggjarfyritøka".

BankNordik er tilnevndur í bólkinum ”miðalstórir peningastovnar” saman við Jutlander Bank og Middelfart Sparekasse, boðar bankin frá í tíðindaskrivi.

Á ráðstevnuni fáa fíggjarfyritøkur viðurkenning fyri tey bestu avrikini, tá ið ræður um at geva kundunum betri talgildar upplivingar. Í ár er tað 5. ferð, at ráðstevnan varpar ljós á talgildu menningina í danska fíggjargeiranum.

– Vit eru fegin um, at okkara arbeiði við m.a. heimasíðu, sosialum miðlum og Netbanka vekir ans. Sama um vit vinna ella ei, so er tilnevningin eitt herðaklapp, sum ger tað hugaligari at halda fram at menna talgildar loysnir til kundarnar, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder