Arbeiðið at útbyggja barnagarðin á Norðoyri gongur væl.
Eftir ætlan letur nýggi parturin av náttúrubarnagarðurin Baldursbrá upp eftir ólavsøku, og tá verður pláss fyri 35 børnum afturat. Sostatt verður tilsamans plássið fyri 80 børnum í Baldursbrá.
Vivian Bjartalíð, leiðari í Náttúrubarnagarðinum Baldursbrá, sigur, at tørvur er á fleiri barnagarðsplássum í kommununi, tí er gleðiligt at tað gongur bæði væl og skjótt at víðka um barnagarðin á Norðoyri.
Ætlanin er at verandi stovnur og útbyggingin skulu hava somu leiðslu, umframt at stórur partur av núverandi spæli- og útiøki eisini verður felags.
Tað er Norðhús sum byggir barnagarðin fyri Klaksvíkar kommunu. Verkætlanin er mett at kosta 9,2 milliónir krónur.
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald