Innanlands

Bakteriur staðfestar í drekkivatninum í Hornabø

Lítil tálking, men mælt verður fólki í býlinginum í høvuðsstaðnum um at kóka vatnið áðrenn drukkið verður

2021-08-04 16:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vatnkanningar vórðu í gjár tiknar í 23 ymiskum støðum í høvuðsstaðarkommununi, og bakteriur eru staðfestar í Hornabø í Havn, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Talan er um lítla dálking. 1 e-coli bakteria pr. 100 ml av vatni.

Mælt verður tí fólki í Hornabø, at kóka vatnið áðrenn drukkið verður. Hetta til nærri boð verða givin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder