Innanlands

Avtalan um innkomuvegin til Havnar undirskrivað

Hósdagin varð avtalan undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til innkomuvegin – Verkætlanin verður mett at kosta 288 milliónir krónur, og ætlanin er at bjóða hana út beinanvegin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-05 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin, eftir drúgvar samráðingar, varð avtala um innkomuvegin til Havnar endiliga undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn, sonevnda innkomuvegin.

Trýstið á veganetið í Havn er vaksið og serliga týdningarmikið er at skipa innkomuna til Havnar soleiðis, at ferðslan glíður trygt, lætt og væl. Hetta verður nú gjørt við einum innkomuvegi við fleiri frákoyringum. Hetta fer ikki einans at lætta trýstið á Hvítanesvegin/Eystara Ringveg, men av tí at øll ferðslan til vesturbýin og ferðslan til eitt nú Gomlurætt fer omanfyri býin, lættir tað trýstið á allar trongarnar, ið nú eru eitt nú í Óluvugøtu, á Sundsvegnum, rundkoyringini á Hálsi og á Villingardalsvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í avtaluni verður m.a. sagt, at byrjað verður við at gera eina rundkoyring við fýra greinum, frákoyringum, oman fyri Sandvíkarhjalla. Hesum arbeiði stendur Tunnilsfelagið fyri í samráð við Tórshavnar kommunu og Landsverk.

Vegurin gongur frá rundkoyringini og yvir til eina rundkoyring við Villingardalsvegin og Sundsvegin. Herímillum eru fleiri íbindingar. Frá Villingardalsvegnum verður ein tunnil gjørdur til Hotel Føroyar.

Har, sum tunnilin kemur út, verður ein rundkoyring gjørd við fýra greinum, harav Tórshavnar kommuna fær tvær greinar. Frá einari grein verður ein vegur gjørdur oman til Dánjalstrøð við Marknagilsvegin.

Landið skal somuleiðis hava tvær greinar; tann eina greinin skal føra ferðsluna víðari til Oyggjarvegin, tann seinna greinin skal føra ferðsluna víðari til Sandoyarleiðina.

Alt vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla og yvir til Marknagilsvegin verður kommunalur vegur. Ætlanin er at bjóða verkætlanina út beinanvegin. Hon er mett at kosta 288 mió. krónur, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kommunan ber kostnaðin av verkætlanini við stuðli frá landinum, og stuðulin frá landinum verður tilsamans í mesta lagi 110 mió. krónur, sum ásett er í løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn. Stuðulin verður veittur yvir fimm ár.

Lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku og fyri býráðið á komandi býráðsfundi.

Øll avtalan sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder