Innanlands

Avlop á handilsjavnanum

Hetta hóast sama innflutning, men væl minni útflutning, sigur Hagstovan

(Mynd: Hagstova Føroya)

(Mynd: Hagstova Føroya)

2018-08-22 12:52 Author image
Oda Strøm
placeholder

Vit hava innflutt fyri 3,6 mia. kr. fyrra hálvár í ár - tað sama sum í fjør, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Hinvegin var útflutningurin sama tíðarskeið væl minni enn í fjør: 3,9 mia. kr. í ár mótvegis 4,4 mia. í fjør. Framvegis er tó eitt avlop á handilsjavnanum á 300 mió. kr. fyrra hálvár – t.e. munurin millum útflutning á 3,9 mia. og innflutning á 3,6 mia.

Vit hava innflutt fyri 3,6 mia. fyrra hálvár í ár, tað sama sum í fjør. Um vit ikki rokna skip og flogfør við er innflutningurin vaksin 8%.

Brennievni: Vit hava brúkt ein triðing meir upp á brennievni, samanborið við í fjør, og er tað serliga oljuprísurin, sum er orsøkin til tað, hóast eisini nøgdin er vaksin nakað.

Akfør: Innflutningurin av akførum er minkaður samanborið við fyrra hálvár í fjør, men talan er framvegis um at vit brúka nógv uppá innflutning av bilum. Eina fjórðings mia. brúktu vit í ár, og tað er bara í fjør, at vit hava innflutt akfør fyri meir enn tað.

Húsarhaldsnýtsla: Til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vøksturin 4%. Har er tað serliga tær drúgvu nýtsluvørurnar, sum vit hava keypt meiri av, har vøksturin er 13%, meðan vøksturin av mat- og drekkivørum er 5%.

Byggivinna: Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin 40% í ár. Frammanundan hevur vøksturin verið stórur í hesum bólkinum, og tað hevur ongantíð áður verið innflutt so nógv av hesum vørum.

Hóast vit síggja stóra minking í útflutninginum, so er framvegis talan um stóran útflutning. Vit eru ájavnt við útflutningin fyrra hálvár 2016, og frammanundan tí hevði útflutngingsvirðið fyri eitt hálvár ongantíð verði hægri enn tað.

Tað er serliga av makreli og laksi, vit hava útflutt minni: 60% minni av makreli bæði í nøgd og virði.
Samstundis er virðið av útflutta laksinum minkað 17%, meðan nøgdin er minkað 13%, samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Av sild er áleið sama nøgd útflutt, men virðið er minkað nógv: 40%. Svartkjaftaútflutningurin er vaksin ein triðing í nøgd og ein fjórðing í virði.
Útflutningurin av botnfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa er vaksin, í virði við 18% og í nøgd við 11%.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder